Fólkafundurin avlýstur

- Tað er við sorgblídni at boðað verður frá, at Fólkafundurin 2016 er avlýstur vegna ov lítla luttøku, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi.

 

Grundarlag er ikki fyri Fólkafundinum í ár. Fyriskipararnir siga, at ov fá hava boðað frá luttøku, nú ein lítlan mánað áðrenn fólkafundin.

 

Fólkafundurin byrjaði í Hoyvík í 2012, árið eftir varð fundurin hildin í Klaksvík, síðani í Runavík og í fjør var Tórshavnar Kommuna vertur. Hugskotið við Fólkafundinum er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað til tveir gevandi dagar. Á henda hátt ber til at stytta um frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum.

 

Undirtøkan fyri Fólkafundinum var vaksandi fyrstu árini, og tað tóktist sum hevði hesin demokratiski festivalur funnið fótafesti. Okkurt árið vóru 40 ymiskir básar á Fólkafundinum, luttakararnir skipaðu fyri eini langari røð av tiltøkum, fyrilestrum, framløgum og orðaskiftum, og fleiri enn 2.000 fólk vitjaðu Fólkafundin. Men í fjør vóru bæði luttakaratal og tal av vitjandi minkandi. Fyri fyrstu ferð upplivdi Fólkafundurin eina afturgongd.

 

- Nú aftur fer at styttast til hálvan september má staðfestast, at Fólkafundurin hevur ikki fótað sær aftur. Undirtøkan fyri tiltakinum er ikki nóg góð, skriva teir báðir, Ólavur í Geil og Jón Brian Hvidtfelt.

 

- Fólkafundurin er ein demokratiskur festivalur, uttan handilslig áhugamál av nøkrum slag. Tað hevur sínar fyrimunir, men eisini sínar vansar. Fólkafundurin hevur onga fíggjarliga styrki, og kann tí ikki leggja til rættis stórar lýsingarherferðir ella skipa fyri øðrum kostnaðarmiklum tiltøkum, sum kunnu draga luttakarar og vitjandi til sín. Hugskotið var tvørturímóti, at Fólkafundurin skapar karmarnar, meðan luttakararnir í høvuðsheitum sjálvir skapa innihaldið við áhugaverdum tiltøkum av ymsum slag, stendur í tíðindaskrivinum.

 

Í ár skuldi Fólkafundurin vera í Runavíkar Kommuna, á øðrum sinni í Bylgjuni við Løkin.

 

- Avgerðin at avlýsa hevur verið tung at taka. Vit brenna fyri Fólkafundinum og tí, hesin demokratiski festivalur stendur fyri. Vónandi verður høvið aftur eina aðruferð, skriva fyriskipararnir.