Tað er nú greitt, at árligi Fólkafundurin verður í Bylgjuni í Runavík 16. og 17. september. Stigtakararnir hava gjørt avtalu við Runavíkar Kommunu, sum verður vertur í ár.
Fólkafundurin 2016 er tann fimti í røðini, síðani farið varð undir tiltakið í Føroyum. Íblásturin kemur úr norðurlendsku grannalondunum, har skipað hevur verið fyri árligum fólkafundum í fleiri ár.
Hetta er fimtu ferð, at skipað verður fyri Fólkafundinum, og hevur undirtøkan verið skiftandi síðstu árini. Serliga í fjør var lítil undirtøka fyri tiltakinum, men fyrireikararnir lova, at teir hava lært av feilunum.
- Síðani fyrsta Fólkafundin hava vitjunartølini verið javnt vaksandi og komu í 2014 upp um 2000 fólk. Men í fjør var Fólkafundurin ikki nóg sjónligur í myndini, og tað ávirkaði vitjunartølini skeiva vegin. Stigtakararnir hava eisini eftirmett hendan partin og geva lyfti um, at Fólkafundurin verður munandi meira sjónligur í ár, skriva teir í tíðindaskrivi.