Fólkafundur í Tingstovuni uppi millum Stovur

Seksti ár eru liðin, síðan i føroyingar á eini fólkaatkvøðu valdu sær aðra stjórnaskipan enn hana, teir hava livað undir hesi somu seksti ár.
Suðuroyar Tjóðveldisfelag skipar í hesum sambandi fyri fólkafundi á gamla tingstaðnum uppi millum Stovur í Øravík hósdagin 14. september klokkan 18.30
Á fundinum fer Hergeir Nielsen at røða og somuleiðis fer Ditlev Hammer at greiða frá tí søguliga um tingstaðin. Kanska verða aðrar røður eisini.
Tað var á hesum gamla tingstaði, at yvirvøldin setti suðuroyingum stevnu í gomlum døgum, tá almenn viðurskifti voru tikin til umrøðu, og tá dómar vóru feldir, sigur Suðuroyar Tjóðveldisfelag í tíðindaskrivi.
Hóskandi er tí at minnast farnar løtur og hittast á hesum søguliga stað hendan dag.
Fólkafundurin verður kl. 18.30, tórsdagin tann 14 september. Røður verða hildnar, sangir verða sungnir, og orðið verður frítt at minnast tíðina fyri seksti árum síðani og heilt upp at okkara døgum.
Nú høvið býðst, fara fleiri vónandi at siga sína hugsan um frælsissøgu okkara, og heitt verður á øll áhugaði um at savnast hesa serligu løtu millum dalar og fjøll.
Suðuroyar Tjóðveldisfelag bjóðar heita suppu á Gistingarhúsinum í Øravík aftaná fundin.