Fólkafundur á Skarðinum sunnudagin

Árligi fundurin á Skarðinum verður - um viðrar - sunnudagin, 8. august. Farið verður til gongu niðan á Skarðið frá Kunningarstovuni í Fuglafirði kl.14.00

Tíðindaskriv


»Fjallarøðuna« fer Napoleon Joensen, sum eisini man eiga nøkur spor um Skarðið, at halda. Annars fara tey at hugna sær eins og hini árini við felagssangi. Sangheftir verða býtt út av fyriskiparunum.
Í ár eru liðin júst 10 ár, síðan Fuglafjarðar Fornminnisfelag fór undir hesar fundir í samband við, at ungdómar úr Fuglafirði, vegleiddir av teim eldru, umvældu varðarnar. Tískil fer Uni Næs, prestur, eisini at seta dám á løtuna við nøkrum orðum uppi við ovasta varðan, har siður er at leggja tríggjar steinar í varðan í navni Faðirsins, Sonarins og Heilga Andans.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, sigur Fuglafjarðar Fornminnisfelag.