Fuglafjarðar Fornminnisfelag fer aftur í ár at skipa fyri fólkafundi á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar.
Fundurin verður komandi sunnudag ? tann 5. august. Eins og øll onnur tiltøk, sum verða hildin undir opnum himli í Føroyum, veldst tiltakið um veðrið.
Í ár verður tað Sólbjørn Jacobsen, fyrrverandi stjóri á Telefonverkinum, sum fer at halda fjallarøðuna.
Ferðin niðan á Skarði byrjar við Kunningarstovuna í Fuglafirði kl. 14.00 sunnudagin. Eftir fundin er høvi at fara niðan á Rustakamb.










