Fólkafundur í Søltuvík í morgin

Í morgin, sunnudagin 22. august verður fólkafundur í Søltuvík á Sandoynni í sambandi við at minnissteinur viðvíkjandi Principiu verður avdúkaður. Principia var skip, ið brann og gekk burtur í Søltuvík í 1895. Tað verður Sandoy, borgarstjóri á Sandi, ið avdúkar steinin. Laura Joensen og Jóannes Patursson bera eisini fram røður, og Manskórið syngur.

Eldur kom í Principiu í 1895, og síðani sakk skipið, sum var 3000 tons til støddar. Av manningini bjargaðist bert ein maður.

Fyri nøkrum árum síðani vórðu tvey av akker tikin upp og løgd í Søltuvík - har eisini minnissteinurin fer at standa. Minnissteinin hevur Grótvikið í Skopun gjørt.

Skráin til fólkafundin í Søltuvík:

Felagssangur

Borgargstjórin avdúkar minnissteinin

Manssangkórið syngur

Laura Joensen ber fram rødu

Manssangkórið syngur

Jóannes Patursson ber fram rødu

Tjóðsangurin

Tiltakið byrjar klokkan 14.

----------

Lesið meira um PRINCIPIU HER