Fólkafundur í Føgrulíð

Í samband við, at Føroya Fólkaháskúli fyllir 100 í ár, verður skipað fyri fólkafundi í Føgrulíð leygardagin 21. august kl. 15.00

Til ber at koma til fundin við leið 400 kl. 12.00 úr Havn. Við Dúgvuni av Leirvík kl. 13.40. Við bussi frá Dúgvuni og niðan á Háls, og so er bert at ganga oman í Føgrulíð, tað er ikki torført at ganga. Best er at ganga oman við sunnarahegninum, og so norður til Háskúlan.

Bussur koyrir oman av Hálsi eftir fundin.

Túrurin niðan og oman av Hálsi er ókeypis.

Heitt verður á bilførarar um ikki at seta bilarnar uppi á Hálsi, tí so kann tað henda, at bussurin ikki fær vent har uppi.

Skráin er hendan:

Vælkomin. Fríðfinnur Johnsson


1.Felagssangur. ?Eg smáttu veit? (Símun av Skarði)

2.Røða. Símun av Skarði.

3.Felagssangur. ?O, um eg hevði túsund tungur? (R. Rasmussen)

4.Røða. Guðrun Gaard.

5.Bjørgfinnur Nielsen lesir yrkingina ?Til Føgrulíðar? eftir H.A.Djurhuus.

6.Sangur. Hanus Johansen.

7.Røða. Rani Nolsøe.

8.Felagssangur ?Mítt Alfagra Land? (Símun av Skarði)


Vegna fyrireikararnar

Fríðfinnur Johnsson, tlf. 44 33 79