Fólkafráflytingin undir luppin

Skeiva gongdin í fólkatalinum verður evnið á stórum tiltaki á Hotel Føroyum hósdagin 6. desember, tá ein røð av navnframum persónum fara at tosa um, hvussu fókavøkstur aftur fast í Føroyum.

Størsta avbjóðingin hjá Føroysku tjóðini, hættisliga gongdin í fólkatalinum, verður evnið á tiltaki, sum Heri á Rógvi og Høgni Reistrup, ritstjórar á bókini Exit Føroyar, skipa fyri á Hotel Føroyum 6. desember.

Á degnum fara millum annað fleiri vinnulívsfólk at siga sína hugsan um avbjóðingina. Og vit hoyra eisini um dømi um fyritøkur, ið skapa arbeiðspláss og megna at draga fólk við servitan til sín.

- Bókin varð fyrstu ferð varð løgd fram á bókasavninum í Runavík, og síðani hevur áhugin fyri evninum verið ómetaliga stórur. Tað er eingin loyna, at vit hava fingið fleiri áheitanir um at skipa fyri tiltaki, sum varpar ljós á størstu avbjóðingina, Føroyar hava, sigur Heri á Rógvi.

- Vit eru øll samd um, at okkurt skal gerast við fólkafráflytingina. Hetta er eisini ein orsøk til, at spurningurin hevur stóran áhuga millum manna. Men nú skal áhugin fyri evninum vekslast til loysnir. Tað gera fólkini, sum leggja fram komandi hósdag. Tí tað ber til at venda gongdini, sigur Høgni Reistrup.

Tiltakið á Hotel Føroyum verður hósdagin 6. desember.

Høvuðsrøðarar verða hesi:

Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini

Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost

Mynd: Heri á Rógvi skipar saman við Høgna Reistrup fyri tiltakinum