Hóast Annika Olsen meira enn nakar annar syrgdi fyri stórari framgongd til Fólkaflokkin, noktar ein meiriluti av ting- og landsstýrismanning floksins at fylgja ynski veljarans.
Tað sær tí út til, at flokkurin kippir hønuna, sum verpur gulleggini.
Tí hóast Annika Olsen fekk útvið eitt túsund atkvøður meira enn sitandi formaður, fær hon ongan møguleika at stilla upp til formanssessin, tí ein skipan, sum mong meta ódemokratiska, forðar henni í at stilla upp á jøvnum føti við sitandi formann.
Frá at hava havt eina skipan, har bert tingmanningin valdi formann floksins, hevur leiðslan valt at »demokratisera« valið soleiðis, at tað nú er ting- og landsstýrismanning, ið »innstillar« til floksleiðsluna ein og bert ein kandidat.
Tað eru tí nógv fólkafloksfólk, sum standa spyrjandi um hesa mannagongd. Spurningurin er so bara, hvat floksleiðslan skal taka støðu til, tá bert eitt formansevni er at velja ímillum.
Ting- og landsstýrismanning Fólkafloksins hevur við einum 6-5 meiriluta valt at innstilla Jørgen Niclasen til formann og harvið vrakað Anniku Olsen.