Fólkaflokkurin vendir Norðuratlantsbólkinum bakið

Fólkaflokkurin fer ikki at vera partur av einum Norðuratlantsbólki, um flokkurin fær umboð á Christiansborg 8. februar. - Tjóðskaparliga støðan hjá Føroyum og Grønlandi kann als ikki samanberast, og tí er eingin meining í hesum samstarvi, sigur Jørgen Niclassen úr Fólkaflokkinum. Vallistin er ikki til reiðar enn

Um Fólkaflokkurin fær umboð í danska fólkatingið 8. februar, fer fólkatingslimur teirra ikki at luttaka í Norðuratlantsbólkinum, sum umboð Tjóðveldisfloksins hevur gjørt seinastu fýra árini saman við grønlendskum fólkatingslimum. Hetta sigur Jørgen Niclassen, formaður í tingbólki Fólkafloksins.

Seinkað fullveldisgongd
Sambært Jørgeni Niclassen er eingin meining er í samstarvinum millum føroyskar og grønlendskar fólkatingslimir í Norðuratlantsbólkinum, tí tjóðskaparliga støðan landanna millum ikki kann samanberast.
- Grønland er langt aftanfyri okkum í sjálvstýristilgongdini, og teir eru í nógv størri mun heftir at donskum peningi. Við tað at vit hava grundleggjandi øðrvísi tjóðaskaparligt útgangsstøði, er púrt einki høpi í samstarvinum millum føroyingar og grønlendingar á fólkatingi, og um vit skulu samstarva við grønlendingar, fer tað bert at seinka og forða okkara egnu sjálvstýristilgongd, sigur Jørgen Niclassen.
Hann metir, at samarbeiðið millum grønlendingar og føroyingar seinastu fýra árini hevur bert verið ein forðing fyri føroysk áhugamál á Christiansborg, og tí ynskir flokkurin at vera óheftur at nøkrum ávísum bólki. Men hava valumboð Fólkafloksins ikki longu sagt í hesum valstríði, at flokkurin júst fer niður at stuðla Anders Fogh Rasmussen og vera heftur at borgarliga vonginum?
- Tað er rætt, at vit stuðla eini borgarligari stjórn, um okkara umboð gerst avgerandi, og tað er náttúrligt, tá vit jú eru ein borgarligur flokkur. Men tað merkir ikki stuðulin er treytaleysur, sigur Jørgen Niclassen.

Breckmann og Kallsberg
Fólkaflokstingmaðurin vónar, at vallisti Fólkafloksins kann almannakunngerast týsdagin, og enn eru smærri viðurskfti, sum ikki eru komin uppá pláss.
- Tað eru framvegis ivamál, sum vit mugu fáa uppá pláss, og vit hava einstøk nýggj nøvn á listanum. Men tað er eingin ivi um, at Anfinn Kallsberg og Óli Breckmann er frontmenninir hjá okkum, sigur Jørgen Niclassen.
Talan tykist sostatt vera um eina styrkisroynd millum fyrrverandi løgmann og áður roynda fólkatingslimin. Við seinasta fólkatingsval var Óli Breckmann sigursharrin á fólkaflokslistanum við umleið 1300 atkvøðum, meðan Anfinn Kallsberg fekk um 1500 atkvøður.

Mynd: - Um vit skulu samstarva við grønlendingar, fer tað bert at seinka og forða okkara egnu sjálvstýristilgongd, og tí ynskja vit ikki at halda fram við samstarvinum við grønlendingar í nøkrum Norðuratlantsbólki, um vit fáa umboð á fólkating, sigur Jørgen Niclassen