Fólkaflokkurin velur nevndarsessir av nýggjum

Eftir at Anfinn Kallsberg legði tingsessin frá sær, varð neyðugt hjá Fólkaflokkinum at velja nýggjar nevndarlimir í tær nevndir, Anfinn Kallsberg sat í. Anfinn Kallsberg var limur í Fíggjarnevndini og í Rættarnevndini, umframt at hann var varalimur í Uttanlandsnevndini og løgtingsgrannskoðari.

Í hesum samband er Jákup Mikkelsen, sum var varalimur í Rættarnevndini, framfluttur so at hann nú er fastur nevndarlimur. Hinvegin er Heðin Zachariasen valdur til nýggjan varalim í Rættarnevndini.

Harafturat er Jørgen Niclasen valdur í Fíggjarnevndina og til varalim í Uttanlandsnevndina.

Anfinn Kallsberg varð formaður í Fíggjarnevndini og sostatt skal nevndin nú skipa seg av nýggjum. Og tað verður í morgin árini, at nýggjur formaður skal veljast í Fíggjarnevndina.

Men tað er bara ein avgreiðsluspurningur, tí tað er avtalan í samgonguni, at Fólkaflokkurin eigur formannin.

Hendir ikki okkurt heilt merkiligt, kann sostatt longu nú staðfestast, at Jørgen Niclasen verður nýggjur formaður í Fíggjarnevndini.

Harafturat skal so nýggjur løgtingsgrannskoðari veljast fyri Annfinn Kalsberg og tað hendir á løgtingsfundinum í morgin, hósdagin.