Fólkaflokkurin varð avbardur

Hóast Fólkaflokkurin tekur undir við at lækka avgjaldið á bensini og fyrradagin boðaði frá, at hann fór at atkvøða fyri slíkum uppskoti hjá Javnaðarflokkinum, tordi hann ikki at trýsta á ?ja? knøttin, tá málið var til triðju viðgerar í tinginum í gjár

 

? Eg eri sjálvstýrismaður, men eg orki hetta ikki meira!

Soleiðis segði Jógvan á Lakjuni, tinglimur fyri Fólkaflokkin, frá tingsins røðarapalli í gjár, tá triðja viðgerð var av uppskoti Javnaðarfloksins um at lækka avgjaldið var í løgtinginum.

Fólkaflokkurin hevði fyrradagin boðað frá, at hann fór at taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, tí uppskotið var í tráð við samgonguskjalið, sum sigur, at avgjøld skulu lækkast.

Men hann varð bukaður upp á pláss av Tjóðveldisflokkinum, og valdi tí í gjár at taka undir við einum uppskoti frá Jógvani Durhuus úr Tjóðveldisflokkinum, um at beina málið aftur í nevnd, hóast talan var um triðju viðgerð. Kortini lovaði Fólkaflokkurin, at hann framvegis fór at taka undir við uppskotinum, tá tað kom aftur úr nevnd.

Alt hetta hevði við sær, at Fólkaflokkurin varð avbardur í orðum av øllum andstøðulimunum, ið høvdu tikið orðið. Formaður Fólkafloksins varð fleiri ferðir skýrdur at vera orðloysingur, millum annað av Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum.

Farnu dagarnar hevur Fólkaflokkurin annars verið avbardur av samgongufelaganum, Tjóðveldisflokkinum, sum heldur, at Fólkaflokkurin gjarar út við peningi og tekur undir við andstøðuuppskotum, sum eru í stríð við politikkin hjá samgonguni. Hetta segði Tjóðveldisflokkurin millum annað í einum opnum brævi, sum týsdagin varð sent fjølmiðlunum.

Hetta er kortini ikki nóg mikið. Eisini vejararnir finnast at Fólkaflokkinum. Veljarakanningin, sum vikublaðið Fregnir almannakunngjørdi hóskvøldið, vísir, at Fólkaflokkurin missir 3,8% av atkvøðunum, hann fekk seinasta val, og er avleiðingin av hesum, at hann missir tveir tingmenn.

Orsøkin til stóru trupulleikarnar hjá Fólkaflokkinum eru helst ymisku útmeldingarnar og illoyala støðan í samgonguni seinastu tíðina. Fólkaflokkurin hevur áhaldandi skift meining fyri at tekkjast andstøðuflokkunum, men hevur síðani aftur skift meining, tá samgongan hevur verið í vanda. Eisini hevur Fólkaflokkurin dúgliga roynt at fríggja til Javnaðarflokkin, fyri at fáa Tjóðveldisflokkin út og skipa nýggja samgongu saman við Javnaðarflokkinum.

Alt hetta er nú komið afur um brekku hjá Fólkaflokkinum.