Skattamál, sum er øki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, verður brúkt fyrst og fremst til at fíggjað landsins og kommunualu útreiðslur, meðan skatturin eisini verður brúktur at útjavna byrðarnar hjá skattgjaldarum. Í fleiri ár hevur landsskatturin verið progressivur (tvs at jú meira tú forvinnur, jú meira rindar tú prosentvíst í skatti) meðan kommunuskatturin hevur verið proportionalur (tvs at øll rinda sama prosentsats av inntøkuni).
Á høgra-vinstra ásuni í politikki hevur ongantið verið nakar ivi um, hvar flokkarnir liggja í hesum máli. Teir høgravendu ella borgarligu, vilja varðveita tann proportionala skattin, meðan tey á vinstraveinginum hella til tann progressiva skattin. Tí var tað ikki sørt djarvt av landsstýriskvinnuni, at svara so avgjørd uppá hendan fyrispurningin um kommunuskattin í framtíðini,
Um álvari verður av kommunusamanlegging um tvey ár, og av at leggja fleiri uppgávur út til kommunur at umsita og gjalda, so kunnu vit rokna við eini munandi øking í kommunalu útreiðslunum, - og vónandi tilsvarandi lækking í landsskattinum. Og hesar øktu kommunalu útreiðslur skulu fíggjast so ella so:
Antin sum nú, við proportionalum skatti, soleiðis sum landsstýriskvinnan sigur, at tað verður,
ella sum vit mæla til, við progressivum skatti.
Ella sum samgonguskjalið sigur við einum blokkstuðli
Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at seta ein kommunalan reform í verk um tvey ár. Hetta merkir m.a. at kommunurnar verða 7 ella 9 í talið tá.
Tvey ár ganga skjótt, og er tað tí umráðandi, at landsstýrismaðurin í skattamálum hevur gjørt sær greitt, hvat alt hetta kemur at merkja fyri skattagjaldarar kring landið.
Samgonguskjalið sigur, at ætlanin er at leggja eldraøki, fólkaskúlan og vegakervið út til kommunurnar at umsita. Hesi øki eru ein stórur partur av landskassans útreiðslum í dag. Og verður nú ætlanin, at hesar útreiðslur í framtíðini skulu fíggjast proportionalt, so kemur tað at tyngja um byrðarnar hjá teimum við lágum inntøkum, og lætta um hjá teimum við høgum inntøkum. Slík umfordeiling veksur um gjónna millum borgararnar, og tað vil við tiðini skapa óneyðugan mistrivna í landinum.
Tí mæla vit í Tjóðveldi staðiliga ímóti hesi ætlan. Og vóna vit,at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ger,sum ætlanin var í CHEsamgonguni, og tryggjar okkum, at øktu kommunalu útreiðslurnar, sum væntast koma verða fíggjaðar progressivt.
Fyri at fáa greiði á hesum spurningi fari eg at seta landsstýrismanninum í fíggjarmálum skrivligan fyrispurning um omanfyristandandi í komandi viku.