Fólkaflokkurin til við treysti, trygd og trivni

Í morgun fer Fólkaflokkurin at leggja fram valskrá sína fyri fjølmiðlum

»Treysti, Trygd og Trivini« verða slagorðini, sum Fólkaflokkurin fer at brúka í valstríðnum hesaferð. Flokkurin hevur boðið fjølmiðlum á fund í morgun, har valskráin hjá Fólkaflokkinum verður løgd fram. Tað verða Anfinn Kallsberg, løgmaður og fomaður Fólkafloksins, sum saman við løgtings- og landsstýrismanning floksins fara leggja skránna fram.
Javnaðarflokkurin legði fyri við síni valskrá fyrradagin undir slagorðinum »Fólkið fyrst«, har tey sosialu málini verða sett ovast á breddan, meðan sjálvstýrismálið kemur í aðru røð, hóast flokkurin leggur dent á at fáa málið loyst ? helst í ár.
Í dag fæst so at vita, hvussu Fólkaflokkurin raðfestir sjálvstýrismálið. Bjarni Djurholm hevur í fjølmiðlunum víst á ein samveldissáttmála, so okkurt er sum bendir á, at sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum líkjast.