Flokkurin hjá løgmanni, Fólkaflokkurin, er ikki tikin á bóli av niðurstøðunum í bókini Skjót journalistin um fortíðina hjá løgmanni. Formaðurin í tingbólkinum, Óli Breckmann, sigur, staðfestingin hjá Øssur Winthereig og Grækaris Magnussen um skjalafalsan er ikki annað enn ein pástandur hjá tveimum journalistum.
?Tað er væl teirra orð, og vit í Fólkaflokkinum hava ongar ætlanir at hoppa eftir Øssur Winthereig og Grækaris Magnussen og teirra pástandum. Teirra pástandur má væl standa sína roynd, og halda vit, at tað er grundarlag fyri eini injurie sak, so umhugsa vit tað, sigur Óli Breckmann.
Hann leggur tó afturat, at Fólkaflokkurin hevur ikki viðgjørt spurningin, og flokkurin tekur tað púra róligt. ? Hatta málið er tugt og jabbað leingi, og nógvar royndir hava verið gjørdar fyri at staðfesta henda iva, men tað er ikki eydnast enn, og eg dugi ikki at siga tær, um tað nú er eydnast, greiðir formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum frá.
Óli Breckmann vil einki siga um hvørjar avleiðingarnar eiga at verða, um tað vísir seg, at føroya løgmaðurin hevur svikað, tí hann heldur tað er ein púra hypotetiskur spurningur. Kemur staðfestingin óvart á teg?
Nei slett ikki, tí hasir báðir fýrarnar júst arbeiða fyri at finna saftigar søgur, sigur hann.
Ikki diskuterað
Óli Breckmann sigur, at Fólkaflokkurin hevur ikki diskuterað, hvussu flokkurin ætlar at viðgera málið um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg.
Hvussu langt kann leiðslan í Fólkaflokkinum geva seg, um tað tað vísir seg, at journalistarnir hava hald í sínum máli?
-Í bókini er tað sannleikin sambært Øssur Winthereig og Grækaris Magnussen sum verður lagdur fram, og eg vænti ikki har er nógv meira, enn tað vit hava hoyrt um málið í ein fjóðringsøld, men lat okkum síggja um talan er um annað enn sensationsjournalistik. Møguliga kann bókin vísa á, at tað var eitt ella annað tá. Vanlig mannagongd var, at virki og skip hoyrdu saman, og hatta var ein neyðartíð, har man royndi sum frægasttíðin, sigur Óli Breckmann.
Kann føroya fólk liva við einum løgmanni, sum hevur skjalafalsað?
Tað veit føroya fólk best sjálvi, og tey hava verið nøgd við hansara arbeiði seinastu fimm árini, og tey mugu tí í góðari grund hava álit á manninum, sigur Óli Breckmann at enda.