Hatta er ikki nakað Fólkaflokkurin tekur undir við. Føroyska samfelagið er bygt á eitt kristið grundarlag, og kirkjan ger uppgávur fyri landið, sum helst høvdu blivið dýrari, um tú legði tað út á ein vanligan almennan stovn.
So greiður er Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Hann vísir á, at kirkjan tekur sær av skrásetingini av føroyingum, og soleiðis hevur verið í øgiliga langa tíð.
– Kirkjan hevur loyst tað uppgávuna væl, og tí skal hon hava pening úr landskassanum, sigur Jørgen Niclasen.
Hann leggur afturat, at hugsanin, sum HUXA er komin við, helst byggir á, at einstakir limir í ungmannafelagnum, hava verið á stevnu hjá Konservativ Ungdom og ikki hava hugsað seg nóg væl um, áðrenn tey hava úttalað seg um kirkjuna.
Stuðla hinum samkomunum
Jørgen Niclasen sigur somuleiðis, at Fólkaflokkurin fegin vil vera við til, at geva øðrum samkomum fyrimunir.
– Eitt uppskot liggur at frítaka felagsskapir MVG, tá teir byggja. Samkomur eru ikki tiknir við har, men Fólkaflokkurin fer at mæla til, at samkomur koma við, sum allir aðrir frítíðarfelagsskapir, sigur Jørgen Niclasen.
Hann staðfestir tó, at sjálvandi skulu fólk velja ta trúgv, sum tey hava hug til, og tað skal landið ikki blanda seg uppí, men fólkakirkjan loysir nakrar konkretar uppgávur fyri statin.