Bjarni Djurholm má takka sínum egna flokki fyri, at lógaruppskotið um postvirksemi ikki varð avgreitt í hesi tingsetuni.
Hetta vísir Heni O. Heinesen, formaður í vinnunevndini á, eftir at Bjarni Djurholm alment hevur skuldsett Tjóðveldisflokkin fyri at súltað málið við teirri avleiðing, at Postverkið ikki verður endurnýggjað.
? Tað, sum hendi í vinnunevndini var, at ávísir limir í Fólkaflokkinum ikki kundu taka undir við uppskotinum, tí posthús skuldu leggjast niður. Fólkaflokkurin var ímóti uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, tí kom einki álit í tingið, ger Heini O. Heinesen greitt.
Rossahandil
Sosialurin skilir frá Heina O. Heinesen, at tað var Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, sum var heitastur fyri at súlta uppskotið hjá sínum egna partamanni.
Jógvan á Lakjuni er formaður í mentanarnevndini. Og har lá eitt uppskot, hann fegin vildi hava súltað. Talan var nevniliga um uppskotið hjá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í mentamálum, um broytingar í kringvarpslógini.
Landsgranskoðarin var komin við viðmerkingum til hetta uppskot, ið sáddu iva, um tað var rætt at samtykkja tað.
Tí vildi Jógvan á Lakjuni hava uppskotið til kringvarpslógina súltað til næstu tingsetu. Og fyri at fáa undirtøku fyri hesum frá øðrum limum í mentanarnevndini, gjørdi hann eina avtalu um, at hann skuldi vera við til at súltað uppskotið í vinnunevndini um postvirksemi hjá partamanninum.