- Vilja Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin slaka, kann semja fáast um ein nýggjan kommunubygnað í allar nærmastu framtíð. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.
Samgongan hevur togast aftur og fram fyri at finna semju um ein nýggjan kommunubygnað við færri og sterkari kommunum. Og sum tað sæst í fleiri greinum á Portalinum í gjár og í morgun, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, at semja er í politisku nevndini hjá samgonguni, sum viðgerð málið, um at vit skulu hava níggju kommunur og at eldraøkið skal flytast undir kommunurnar at verða umsitið.
Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin krevur ikki longur, at skúlamál skulu leggjast undir kommunurnar at verða umsitin.
- Í hesum máli hava vit slakað fyri at slóða fyri eini semju, sigur hann.
Men afturfyri vil Fólkaflokkurin hava, at fólkaatkvøða skal vera í teimum ymsu kommunum um samanlegging.
Hann staðfestir, at skal ein kommunusamanlegging hepnast væl, er tað altavgerðandi, at fólkið er við og tekur undir við henni.
Formaður Fólkafloksins leggur afturat, at vilja hinir samgonguflokkarnir ganga Fólkaflokkinum á møti í kravinum um eina fólkaatkvøðu, kann semja fáast um ein nýggjan kommunubygnað í næstu viku.
Tað er ongin loyna, at innanfloks í fólkaflokkinum hevur stór ósemja verið um kommunubygnaðin.
Men Jørgen Niclasen sigur, at nú er Fólkaflokkurin fult samdir um leistin, um, at tað skulu verða níggju kommunur og at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar.