Ósemjan í samgonguni um nevndarbýtið í Atlantsflogi fær ongar avleiðingar fyri samgonguna.
Tað ger Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, greitt fyri Sosialinum í morgun.
Tað førdi annars til rok í samgonguni, tá ið Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, boðaði frá, at hann ætlaði at tað almenna skal hava ein nevndarlim afturat í Atlantsflogi fyri at nevndarbýtið skal geva eina rætta mynd av ognarviðurskiftunum í felagnum, har tað almenna eigur tveir triðingar og privatir partaeigarar eiga ein triðing.
Hetta tóku teir privatu partaeigararnir óluksáliga illa upp, tí teir hava ført fram, at hetta er beint ímóti einum lyfti teir fingu frá landsstýrinum, tá ið teir keyptu partabrøvini.
Fólkaflokkurin í samgonguni legði eisini hart út og hevur kravt, at Johan Dahl gekk frá hesi ætlan, tí hetta var ein spurningur um álit og tað var heilt avgerandi fyri Fólkaflokkin.
Ikki eitt samgongumál
Síðani hava fundir verið í samgonguni, men tað hevur ikki verið heilt greitt, hvat úrslitið var. Fyrst varð boðað frá, at semja var millum partarnar. Men skjótt fekk pípan eitt annað ljóð, tí so bleiv tað til, at partarnir skiltu hvønn annan.
Seinni er tað so blivið greitt, at ongin semja hevur verið um nevndarbýtið í Atlantsflogi.
Og Jákup Mikkelsen, sum er formaður fyri Fólkaflokkinum á tingi, ger púra greitt fyri Sosialinum, at Fólkaflokkurin hevur ongantíð ætlað at gera hetta til eitt samgongumál.
- Vit ganga út frá, at Johan Dahl og privatu partaeigararnir finna eina semju sigur hann.
Men skuldi tað miseydnast, fær tað ongar avleiðingar fyri samgonguna.
- Vit hava ongar ætlanir um at slíta samgonguna, sigur Jákup Mikkelsen
Hann leggur afturat, at eitt slíkt mál er ikki ein spurningur um at slíta samgonguna ella ikki.
- Vit hava ongantíð sett samgonguna upp á spæl í hesum máli og tað fara vit heldur ikki at gera, leggur hann afturat.
Úrslitið av samráðingunum í samgonguni hava verið, at nú skulu leiðreglur gerast fyri, hvussu tað almenna skal bera seg at í teimum partafelagnum, sum tað almenna eigur í og hvussu nevndir skulu veljast í teimum feløgunum.