Tí mundi tað falla mongum fyri bróstið, tá formaður Fólkaflokksins í hesum døgum tekur samhaldsfasta til sín, soleiðis at tað sær út sum um hann hevur verið heitur talsmaður, fyri samhaldsfasta tey undafarnu valskeiðini.
Í 1991, tá Javnaðarflokkurin legði fram uppskot um at gera samhaldsfasta til veruleika, var ætlanin at inngjaldið skuldi vera 2% frá hvørjum parti. Tíanverri so royndi Fólkaflokkurin allar snildir at sabotera kanska eitt tað mest geniala uppskot, ið nakrantíð er lagt fram á Føroya, eitt uppskot við ongari umsiting, eins og tað hevði eina sjálvregulerandi prísregulering.
Fólkaflokkurin fór so langt, at teir fyri yvirhøvur at samtykkja uppskotið kravdu, at navnið skuldi broytast, fyri at kamuflera at tað var eitt samhaldsfast uppskot, har tær breiðu herðanar skuldu bera sín stóra part til hesa genialu skipan.
Sjálvt um inngjaldið, vegna tvørrandi vilja frá Fólkaflokkinum, bert gjørdist 0,5 % so varð spírin lagdur til hesa skipan.
Men ta syndarligu lagnu tað fekk var, at eisini Sambandsflokkurin við Edmund Joensen á odda ynskti hetta uppskot “har sum pipari grør”. Tí skuldu tað ganga heili 13 ár, áðrenn inngjaldið aftur varð hækkað, nemliga í
2004 upp í 3/4 %
2006 upp í 1 %
2007 upp í 1,5 %
2008 upp í 1,75 %
Tað vil siga, at øll gullárini, frá 1995 – 2004, tá Fólkaflokkurin sat við landsins leiðslu, fingu pensjonistar og samhaldsfasti ikki eina krónu í hækking.
Um vit ímynda okkum, at umsorganin hjá formanninum í Fólkaflokkinum hevði verið eins stór tey árini, høvdu pensjonistar í dag helst fingið einar 5-6.000 kr um mánaðin úr samhaldsfasta, ella kanska meira.
Ætlanin hjá okkum, sum tá løgdu lunnar undir samhaldsfasta, var at peningurin skuldi koma verandi ættarliði av pensjonistum tilgóðar, nakað sum Hennrik Old hevði frammi fleiri mánaðar fammanundan.
Tað kundi verið upp á sítt pláss, at trivnaðarnevndin bað fíggjarmálaráðharran gera eina útgreining, hvussu stór upphæddin í samhaldsfasta hevði verið í dag, um Fólkaflokkurin hevði hækkað inngjaldið til samhaldsfasta frá 1996 – 2000 samsvarandi tí hækking, ið gjørd er frá 2004 – 2008.