Odmar Kúrberg
Odense nv
Tað at Fólkaflokkurin nú í hesum tíðum bjóðar einum av hópdrápsmonnum til Føroya er ein sovorðin skomm fyri alt Føroya folk, at rættast var at sett Fólkaflokkinum »knívin á struban« og kravt, at innbjóðingin var tikin aftur, ella skuldi Fólkaflokkurin úr stjórnini, tí lítið sannbariligt er at krevja loysing og so samstundis at bjóða ein av miðestur mordarinum til Føroya, men hvat, tad er Fólkaflokkinum líkt. Sjálvur haldi eg, at hinir í samgonguni skuldu blakað Folkaflokkin úr samgonguni, tí hvør vil stóla á eitt fólk, sum heldur við hópdrápsmonnum? Ikki tey, eg tosi við, so mín áheitan til Føroya fólk er, farið á val og blakið handan flokkin úr føroyskum politikki, og tit høvdu longu fingið eina sømuliga avtalu við danir. Tað er ein sannroynd, at ongir danir vilja samráðast við ein fólkaflokksmann/ kvinnu, tá tey eru kend fyri aldrin at standa við sítt orð, nei tá er munur á, tá tað er Høgni, ið tosar, tá lurta allir danir, ja sjálvt tey í Fólkatinginum, so eg havi bara eini boð til føringar, blakið Fólkaflokkin út, ella mágu tit rokna við, at Føroyar vera roknaðar sum ein pariastatur. Annars gott val og veljið nú ikki nakran av folkatingsliminum inn heldur til folkatingið, tá báðir eru ónýteligir og bert eru har fyri peningin og so stuðla onkrum donskum flokki, sum teir eru limir í og eru loyalir ímóti.
Føroyingar, gott val og veljið nú frælsi.