Fiskidagarnir verða skerdir við 15 prosentum og "buffarin" kann lata 7,5 prosent av hesum døgum útaftur.
Tað er ein partur av tí semju, sum nú er gjørd í vinnunevndini um fiskidagarnar. Tingfólk hava fingið semingsuppskotið og tingformaðurin niðurlegði tingfundin í hálvan tíma, so tingfólk fáa stundir at lesa uppskotið.
Sambandsflokkurin tekur undir við uppskotinum saman við Miðflokkinum og Nýggjum Sjálvstýri.
Fólkaflokkurin er framvegis ímóti. Flokkurin sigur, at framvegis er talan um politiska útlutan, tí summi fáa dagar, meðan onnur noyðast at keypa fiskidagar.
Samgongan hevur valt at skerja dagarnar fyri at fáa so nógvar óbrúktar dagar úr skipanini, sum til ber. keldur í samgonguni siga, at sjálvt um lógin um vinnuligan fiskiskap eftir øllum at døma verður broytt 1.januar 2018, so er neyðugt longu nú at tillaga skipanina.