NÝVAL
Jan Müller
Telvingin um landsins leiðslu eftir løgtingsvalið, sum verður 20. januar, er byrjað, og gongdin hesar seinastu sera turbolentu dagarnar hevur víst, at Fólkaflokkurin miðvíst arbeiðir fyri at varðveita smáu flokkarnar tætt at sær. Harvið fer tað illa at bera til at skipa eina samgongu uttan um smáu flokkarnar og Fólkaflokkin.
Hetta er fyrsta viðmerkingin, tá ið vit spyrja Jóannes Hansen, samfelagsfrøðing, um, hvat hann heldur um politisku støðuna, nú Anfinn Kalsberg, løgmaður, hevur lagt frá sær.
-Hvat hugsar tú um?
- Eg havi fleiri ferðir áður víst á tann veruleikan, at síðani Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin aftaná valið í 1998 gjørdu meiri ella minni formella samstarvsavtalu, so hevur tað ikki borið til at skipa samgongu uttan, at hesir flokkarnir hava verið uppií. Tá verður gingið út frá, at ein samgonga millum Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin ikki hevur komið upp á tal. Hvussu styrkin í Løgtinginum verður eftir valið, veit eingin nakað um nú. Men broytingarnar vera neyvan so stórar, at tað hvørki fer at bera til at skipa samgongu ein veg ella annan, uttan Fólkaflokkin og smáu flokkarnar. Ikki uttan at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ganga saman við Javnaðarflokkinum. Higartil hevur hetta verið óhugsandi, men kanska skal einki útihýsast eftir brotið, sum nú tykist vera komið millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.
-Men hví sigur tú, at Fólkaflokkurin miðvíst hevur arbeitt fyri at varðveita smáu flokkarnar tætt at sær?
? Í prosessini hesa vikuna tykist tað sum um sambandið millum smáu flokkarnar og Fólkaflokkin er styrknað, meðan tað er viknað millum smáu flokkarnar og Tjóðveldisflokkin. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava báðir boðað frá, at teir hava fult álit á Anfinni Kalsberg sum løgmanni. Tjóðveldisflokkurin hevur sagt, at hann einki álit hevur á løgmanni. Løgmaður segði landsstýrismonnunum hjá Tjóðveldisflokkinum úr starvi í gjár. Nú situr Fólkaflokkurin í Tinganesi saman við teimum smáu flokkunum. Talan er um landsstýri, sum skal gera so lítið, sum tað ber til. Men talan er um eitt landsstýri, og tað skal ikki undirmetast, tá ið hugsað verður um samgongusamráðingar eftir valið, at tað í valstríðnum hevur verið eitt formligt samstarv millum hesar tríggjar flokkarnar, heldur Jóannes Hansen.
-Hvørja samgongu sært tú fyri tær eftir valið?
-Tað veldst fyrst og fremst um valúrslitið. Men eg haldi, at tað hevði einki gjørt, um flokkarnir í valstríðnum boðaðu frá, hvørja samgongu teir kundu hugsað sær. Aðra staðni, har tað er neyðugt við fleirflokka samgongum, er tað vanligt, at flokkarnir frammanundan siga, hvønn teir kundu hugsað sær sum stjórnarleiðara. Hetta hevur ikki verið vanligt í Føroyum. Eg haldi, at tað hevði verið rímuligt, um veljararnir fingu at vita, hvørja samgongu ymsu flokkarnir miðjaðu eftir, heldur Jóannes Hansen.
Sum hjá Waldheim
Tá ið vit spyrja Jóannes Hansen, hvørjar viðmerkingar hann hevur til tað, sum er farið fram seinastu tíðina, so hevur hann ongar viðmerkingar uttan tað, at hann vónar, at politiska arbeiðslagið verður betri og støðið hægri í valstríðnum og eftir valið, enn tað hevur verið hesa seinastu longu tíðina.
Hann heldur annars, at soleiðis sum hetta málið hevur tikið seg upp, so minnir hetta nógv um, tá ið eysturríkski forsetin, Kurt Waldheim, noyddist at leggja politiska kongin:
? Tað var leikluturin, sum hann hevði havt saman við nasistunum undir krígnum, sum innheintaði hann. Tá hevði hann bæði verið ST aðalskrivari og forseti í Eysturríki.
-Hvussu væntar tú valstríðið fer at verða?
-Tað verður skitið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum fara at kasta eftir hvørjum øðrum, at fullveldisprojektið ella sjálvstýrisprojektið nú eftir øllum at døma fór fyri bakka í tí líkinum, sum tað hevur verið. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fara at vera meiri varnir, tí teir skulu ikki traðka við síðuna av og harvið minka um møguleikarnar at koma í samgongu. At valið verður í januar er ikki so galið. Tað er í hvussu so er á allan hátt betri, enn at valið er í apríl og juli, sum tað annars hevur verið tær síðstu ferðirnar. Vit kunnu rokna við, at nýtt landsstýri verður skipað ikki so langt eftir fyrsta februar, og tá eru tríggir góðir mánaðir eftir til politiskt arbeiði, og so kann samgongan rættuliga arbeiða við fíggjarlógini fyri 2005, meðan stundirnar ikki vera serliga góðar at gera fíggjarlóg fyri 2004, heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur.