Fólkaflokkurin kunngerð greiða ætlan: Í 2015 skulu Føroyar verða sjálvbjargnar

À landsfundinum í Fólkaflokkurin fyri eini løtu síðani kunngjørdi Jørgen Niclasen, at flokkurin hevur sett sær sum greitt mál, at í 2015 skulu vit vera til reiðar at hava fólkaatkvøðu í Føroyum um loysing frá Danmark

Fólkaflokkurin hevur sett sær fyri, at í seinasta lagi í 2015, skulu Føroyar vera fíggjarliga óheftar av Danmark

Tað kunngjørdi Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, í síni fyrstu formansrøðu á einum landsfundi í Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin hevur landsfund í dag og har hevur Jørgen Niclasen beint nú sín elddóp sum floksformaður.

Og í síni fyrstu formansrøðu staðfesti hann, at Fólkaflokkurin er ein flokkur, sum vil gera Føroyar fíggjarliga óheftar av Danmark og flokkurin hevði eina greiða ætlan um, at seinast í 2015 skuldu vit vera komin á mál.

Talan er um 21 málsøki, sum eru eftir at yvirtaka og av teimum kosta tey 17 av teimum smáu málsøkjunum ikki meiri enn einar 43 milliónir at yvirtaka.

Talan er um einar 700 milliónir, sum liggja í klemmu ímillum Føroyar og Danmark.

Og Jørgen Niclasen helt, at ein gongd leið er, at hvørja ferð, vit brúka eina krónu av blokkinum til økta vælferð, skulu vit brúka eina krónu til at tryggja okkara fíggjarliga sjálvbjargni.

Og seinast í 2015 skuldu vit vera komin so langt, at vit kunnu hava eina fólkaatkvøðu í Føroyum um loysing frá Danmark.