Fólkaflokkurin keypt hús

Virksemi Fólkafloksins skal nú savnast í rúmligum húsum í Jónas Broncksgøtu í Havn. Flokkurin hevur keypt húsini frá Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum

Í næstum flytir Dagblaðið og alt annað virksemi hjá Fólkaflokkinum í egin høli í Jónas Broncksgøtu í Havn.

Fólkaflokkurin hevur keypt rúmligu húsini hjá Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum, og í løtuni verður arbeitt við at gera húsini klár at flyta inn í.

Meiningin var annars, at Fólkaflokkurin skuldi byggja hús Uppi í Svanga í Havn. Í fjør vár varð sett á at grava út fyri húsunum, men ætlanin varð slept, tí fólk mettu, at húsini lógu ov illa fyri.

Húsini, sum flokkurin hevur keypt í Jónas Broncksgøtu, eru rúmlig, og tí heldur floksleiðslan tey vera betur egnað, tá hugsað verður um, at tey liggja mitt í Havnini.

Steintór Jacobsen, sum vegna Fólkaflokkin varar av húsakeypinum, fegnast um, at flokkurin nú hevur fingið karmarnar til økt virksemi. Men hann legggur dent á, at tað ikki eru hølini, men fólkini í flokkinum, sum skapa virksemið.