Fólkaflokkurin kennir seg tryggan

Fólkaflokkurin óttast einki misálit. Tjóðveldisflokkurin fer neyvan at avreiða landsins leiðslu til Sambandsflokkin, nú listar av yvirtøkum liggja á borðinum, sigur Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum

Tað er »business as usual« hjá Fólkaflokkinum, eftir at bókin »Skjót journalistin« kom út mánadagin. Tað vil formaðurin í tingbólkinum Óli Breckmann í øllum førum vera við.

Bókin leggur formann floksins, Anfinn Kallsberg løgmann, undir skjalafalsan og sum bókhaldari á Frostvirkinum hava flutt 912.000 krónur til sítt egna virki, sum virkið onki átti í.

? Eg havi ikki lisið bókina og ætli mær heldur ikki at lesa hana. Eg veit nøkunlunda, hvat hon umtalar, og tað er farið. Fólkaflokkurin ger heldur ikki meira við málið. Ærumeiðing er eitt persónligt mál; tað er upp til løgmann. Tað veldst um, hvussu hátíðarligt tú tekur tað, tá tú verður viðgjørdur persónliga. Vit hava einki at gera við eitt ærumeiðingarmál, hóast tað kanska er tilfar til tað í bókini, sigur Óli Breckmann.

Løgmaður hevur longu fleiri ferðir sagt, at hann ongar ætlanir hevur um at leggja frá sær, og Óli Breckmann ger eisini púra greitt, at teir onga orsøk síggja til at skriva út nýval.

? Fólkaflokkurin hevur høg mál og vit ganga út frá, at okkara samstarvsflokkar fara at taka politisku uppgávuna líka álvarsliga, sigur Óli Breckmann við greiðari tilvísing til Tjóðveldisflokkin.

Spurningurin er, hvat Tjóðveldisflokkurin ger næstu dagarnar. Ger hann einki er hugsandi, at andstøðan leggur fram misálit á løgmann. Tað hevur Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum sagt seg hava hug til. Skal tað vinna frama, mugu 17 tingmenn atkvøða fyri, og tá vera øll eygu vend ímóti Tjóðveldisflokkinum.

? Eg óttist einki misálit. Sjálvstýrishugurin má viga nokk so tungt. Vit hava sitið í hálvt annað ár í hesi samgonguni. Tjóðveldisflokkurin hevur akkurát lagt ein lista fram av málum, sum skulu yvirtakast, so hann fer neyvan at avreiða landsins leiðslu í hendurnar á Sambandsflokkinum. So kunnu tey halda seg vera so rein og sæl, sum tey vilja, sigur Óli Breckmann argandi.

Tjóðveldisflokkurin sat á fundi allan fyrrapartin týsdagin, og tí bar okkum ikki til at fáa uppspurt, hvørja støðu flokkurin hevur, nú fólk hava lisið bókina. Regluligi landsstýrisfundurin, sum er í Tinganesi hvønn týsdag, var eisini avlýstur, so tað er eingin ivi um, at endurfødda málið um fortíð løgmans verður mett álvarsligt í samgonguni.