Tingfólk úr Fólkaflokkinum hava fleiri ferðir viðmerkt í Løgtinginum í dag, í samband við viðgerðini av fiskidøgunum, at Fólkaflokkurin var blivin settur uttanfyri breiðu semjuna, ið allir politisku flokkar uttan Fólkaflokkurin tóku undir við.
Tingfólkini úr Fólkaflokkinum funnust at, at tingfólk kropp á kroppi komu uppá tingsins røðarapall fyri at harta Fólkaflokkin fyri ikki at verða við í semjuni. Fólkaflokkurin var rætt og slætt ikki boðin at verða við í semjuni.
Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi vildi verða við, at Fólkaflokkurin var tikin uppá ráð, men at flokkurin hevði ikki vildi verða við í eini semju.
Kjakið í Løgtinginum er sera lívligt í dag, har fiskidagarnir fyri næsta fiskiár verða umrøddir.