Atli Hansen
???????????
Tá ið politiskar meiningarkanningar hava verið gjørdar, hava okkara fjølmiðlar roynt at fáa viðmerkingar frá teimum ymisku politisku floksleiðarunum. Onkur fyri at forklára og onkur annar fyri at burturforklára.
Og soleiðis var eisini við tí kanningini, vit fingu nú um dagarnar. Men ein flokkur tykist at hava fingið meira enn trupult við at grundgeva fyri afturgongdini millum veljarnar. Tað tykist ikki vera nokk fyri Fólkaflokkin hesaferð at koma við tí vanliga svarinum um, at Fólkaflokkurin altíð stendur seg vánaligt í meiningarkanningum. Tað mugu eisini finnast aðrar forkláringar og løgmaður roynir alfaðirliga at vísa á, at teir settu spurningarnir eru ógreiðir og at fólk ikki eru heilt greið yvir, hvat tey hava svara upp á.
Og sum tað ikki var nokk at leggja Føroya fólk undir at vera tornom, so ekkóar Rúna Siovertsen sín formann við vaksandi styrki. Nú eru spurningarnir ikki bara ógreiðir, men teir eru eisini manipulerandi. Tað merkir m.a. villeiðandi.
Spurningurin
Tann einfaldi spurningurin, sum hvørt mansbarn í Føroyum tykist at skilja ljóðar soleiðis:
Ert tú fyri víðkaðum sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin og undir donsku grundlógini?
So einfaldur, at bert nøkur fá fólkafloksfólk ikki skilja hann.
Og so gevur Rúna Sivertsen okkum eina tulking av spurninginum, sum vísir, at hon hevur ikki skilt eitt vet av honum. Ella hevur hon tað og vil geva okkum eina villleiðandi frágreiðing um møguligar fylgir? Hon heldur lítið um evnini hjá Føroya fólki til at seta seg inn í politiskar spurningar.
Hoyr bara hvat Rúna Sivertsen kann fáa burtur úr hesum spurningi:
?Ein skipan undir donsku grundlógini merkir, at Føroyar gerast danskur landslutur?, sigur hon. Í Lov om Færøernes Hjemmestyre frá 1948 vera vit nevnd ?et selvstyrende folkesamfund i det danske rige?. Vit eru eingin danskur landslutur.
Hetta skal so hava við sær, at vit frásiga okkum okkara tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrætt. Fyri at kunna frásiga sær nakað, má man eisini hava tað. Í so máta verður helst eingin broyting.
Og vit missa rættin til evsta lóggávuvald í Føroyum, sigur Rúna Sivertsen. Hvønn lóggávurætt fara vit at missa? Vit hava evsta lóggávurætt á øllum yvirtiknum økjum. Og vit fara at missa rættin til at umboða okkum sjálvi, heldur Rúna Sivertsen áfram. Hvat er tað, vit fara at missa? Er tað rættin til at føra egnar fiskivinnusamráðingar?
Og vit fara at missa yvirvalds- og ognarrættin til alt tilfeingi sum t.d. olju og onnur møgulig ráevni í undirgrundini. Og tá ið tað er alt tilfeingi, so má tað eisini vera fiskin.
Hava skilt spurningin
Rúna Sivertsen - fylgir tú ongum við í? Avtalurnar um ráevni í undirgrundini - herundir oljan - hevur verið tugt og tanla í áravís og sum um tað ikki var nokk, so hava danski forsætisráðharrin og forrestin eisini teir flestu av andstøðuleiðarunum alment víst á, at undirgrundin er latin føroyingum til æviga ogn.
Og fyri at vísa á, hvussu lítið hon sjálv trýr sínum egnu orðum, vísir Rúna Sivertsen at enda til ein hulduserfrøðing sum sannleiksvitni.
Nei, trímenningurin. Her fert tú alvorliga skeiv. Føroyingar hava skilt spurningin, men vilja vísa tær og tínum, at tað, sum hetta landsstýrið hevur fingið eitt heilt valskeið at ganga við, ikki hevur undirtøku millum føroyingar. So einfalt er tað. Umleið helvtin av tykkara egnu veljarum og meira enn helvtin av øllum føroyskum veljarum taka ikki undir við tykkara arbeiði. Tað má vera hugstoytt.
Hetta má geva tykkum trúvirðistrupulleikar og harav fylgjandi forkláringstrupulleikar.