Fólkaflokkurin hevur alla skyldina av støðuni í fiskivinnuni

Tað staðfestur løgtingsmaður, sum sat í farnu samgongu, saman við Fólkaflokkinum

Tað er Fólkaflokkurin sjálvur, sum hevur skyldina av, at støðan í Fiskivinnuni er, sum hon er. Tað staðfestur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, og landsstýrismaður í samferðslumálum frá 2011 til 2013 í undanfarnu samgongu ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýri og Miðflokkin.

 

Í gjár viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at avtaka uppboðssøluna av fiski. Yvirhøvur hevur Fólkaflokkurin verið ómetaliga atfinningarsamur ímóti nýggju fiskivinnuskipanini hjá hesi samgonguni, og hevur kallað hana eina vanlukku, sum fer at koyra alla vinnuna á ørmundarhús.

 

 Men Kári P. Højgaard heldur, at Fólkaflokkurin kann bara takka sær sjálvum fyri, at støðan er, sum hon er. Hann sigur, at í undanfarnur samgongu varð fleiri ferðir roynt at fáa gongd á at gera eina nýggja fiskivinnuskipan.

Men Fólkaflokkurin var ikki til at vika –ikki ein millimetur– sigur hann. Hann sigur, at tískil er tað nettupp støðan hjá Fólkaflokkinum, sum ger, at hendan samgongan fekk valdið og hevur gjørt eina fiskivinnuskipan eftir teirra høvdið.