Fólkaflokkurin fremur hóttan í verki

Á tingsins røðarapalli mikudagin segði Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, at hon ikki ivast í, at Fólkaflokkurin, við at leggja loftmiðlarnar saman, hevur gjørt álvara av sínum hóttanum um, at bókin Skjót journalistin skuldi fáa avleiðingar fyri Sjónvarp Føroya

? Eg ivist ikki í, at fólkaflokkurin bert hevur bíðað eftir tí røttu løtuni at gera tað, sum teir ynsktu at gera, sigur løgtingskvinnan hjá Tjóðveldisflokkinum. Hon vísir á, at Óli Breckman undir seinasta valstríði segði, at bókin, Skót journalistin, skuldi fáa avleiðingar fyri sjónvarpið.
Annita er heldur ikki í iva um, at samanleggingin av stovnunum er íkomin beint nú, tí at Sjónvarp Føroya ikki hevur verið so vælumtókt, orsakað av ætlanunum um at samsenda við TV2.
Løgtingskvinnan heldur tað somuleiðis vera undarligt, at sjónvarpsstjórin ikki slapp upp í part til nakað sum helst viðvíkjandi samanleggingini.
? Eisini er tað løgið, at landsstýrismaðurin mest sum yvir nátt kom við hesi ætlanini, uttan at nakar hevði hoyrt orð um tað áðrenn, heldur hon.
Samstundis vísir hon á, at landsstýrismaðurin enn ongar veruligar grundgevingar hevur givið fyri samanleggingini ? ei heldur fyri hví sjónvarpsstjórin ikki fekk nakran sum helst leiklut í hesi ætlan.
Tískil ivast løgtingskvinnan hjá Tjóðveldisflokkinum onga løtu í, at Fólkaflokkurin harvið hevur framt sína hóttan fyrr í ár í verki.