Trúarfrælsi
Tá ein sendir bræv til forsætisráðharran og ákærir fólk fyri eitthvørt, eiga ákærurnar at vera sannar. Tað eru tær hjá Fólkaflokkinum ikki, tá flokkurin leggur Saddam Hussain og stjórnina í Irak undir at hótta trúarfrælsið, sigur Thorbjørn Brochs, sum er limur í adventistasamkomuni í Tórshavn.
?Tað undrar meg, at eingin hevur víst á tað beinleiðis skeiva í útmeldingini hjá Fólkaflokkinum, tá hann leggur Irak undir at hótta trúarfrælsið, sigur Thorbjørn Brochs. Tí eg veit, at Irak er einasta muslimska landið yvirhøvur, sum virðir trúarfrælsið.
Thorbjørn Brochs vísir á, at sjálvt ein so lítil samkoma sum Adventkirkjan í Irak, hevur egnar kirkjur, egnar skúlar og frí á sabbatsdegnum. Stjórnin í Irak hevur avgjørt, at tað er umráðandi, at minoritetirnar ikki verða gloymdar, sigur hann.
?So tá Fólkaflokkurin brúkar hóttan móti trúarfrælsinum sum grundgeving fyri at stuðla USA í at loypa á Irak, ber ikki til at fara meira skeivur enn akkurát har, vísir Thorbjørn Brochs á.
Hann leggur dent á, at tað á ongan hátt skal skiljast sum, at hann styðjar stýrið í Irak ella Saddam Hussain, og tað gera adventistarnir soleiðis yvirhøvur heldur ikki, sigur hann. Kanska hava Fólkaflokkurin og Óli Breckmann, sum undirskrivaði bræv teirra, rætt í fleiri førum, men her fara teir skeivir, vísir Thorbjørn Brochs á.
Brævið, sum Fólkaflokkurin hevur sent forsætisráðharranum, stendur á heimasíðu Fólkafloksins og verður her endurgivið orðarætt av heimasíðuni:
"Statsministeren,
Ha. Andeers Fogh Rasmussen, MF,
Christiansborg
1218 København K
Støtte til USAs holdning til Irak
Folkeflokken ønsker hermed at tilstede den støtte, som De på vegne af Danmarks regering sammen med andre europæiske statsledere har givet Præsident Bush og den amerikanske regering i dens faste og ansvarlige holdning over for den trussle, Saddam Hussein og hans regime udgør imod fred, demokrati, trosfrihed og menneskeværd.
Med venlig hilsen p.v.a.
Folkeflokkens lagtings- og landsstyremedlemmer
Óli Breckmann ?
Thorbjørn Broch sigur, at fólk halda ivaleyst, at tá talan er um muslimskt land, er einki trúarfrælsi. Men hann vísir á, at høgtstandandi stjórnarlimir í Irak eru kristnir.
?Nú veit eg ikki, hvørja kirkju Tariq Assis hoyrir til, men kristin er hann. Hann var uttanríkisráðharri, men eg haldi, at hann hevur fingið eitt annað, minst líka høgt starv. Tað, sum eg haldi vera so trist, er at ein ikki er meira nágreiniligur, soleiðis at tað, ið verður sagt og skrivað, er rætt, sigur Thorbjørn Brochs.