Sjálvbjargni, útbúgving og ?brúk fyri øllum? eru lyklaorðini í valskránni hjá Fólkaflokkinum. Okkara tilboð er ein harður pakki við bleytum innihaldi. Soleiðis málbar Jørgen Nicasen, formaður í Fólkaflokkinum, seg, tá hann í dag legði fram valskránna hjá flokkinum til komandi løgtingsval.
21 málsøki eru eftir at yvirtaka. Og hesi 21 ætlar Fólkaflokkurin at yvirtaka áðrenn 2015, tvs. innan sjey ár.
- Ja, tað er realistiskt. Umsitingarliga er tað eingin trupulleiki. Fíggjarliga er fortreytin, at vit fáa eina breiða, politiska semju um at gera Føroyar búskaparliga óheftar av ríkisveitingini, áðrenn 2015, sigur Jørgen Niclasen við Rás2.
Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur seg ikki vilja læsa seg fastan í nøkrum ávísum leisti fyri, hvussu ríkisveitingin skal minka burtur í einki. Tað kann oyðileggja politiska orðaskifti.
- Vit mæla til at gera eina búskaparliga, politiska semju um, hvussu Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar, sigur Jørgen Niclasen og heldur fram:
- Sjálvur kundi Fólkaflokkurin tó hugsað sær, at man brúkti tann búskaparvøksturin, sum er í samfelagnum. Tildømi soleiðis at man brúkti helvtina av inntøkuvøkstrinum hjá landskassanum til at fíggja sjálvbjargni, og hina helvtina av vøkstrinum til at fíggja vælferð, sigur Jørgen Niclasen við Rás2.