Eitt, ið hevur eyðkent ABC2 samgonguna, er ein støðug røð av politiskum markeringum. Einstakir tinglimir gera í heilum vart við sínar serstøður í stórum og smáum málum, og ikki so sjáldan er tað ein heilur flokkur, ið markerar seg í mun til hinar samgonguflokkarnar. Hetta er sjálvsagt fult lógligt. Tá hetta er sagt so kann hinvegin verða spurt, hvussu gagnligt henda politiska siðvenja er. Vit hava framvegis meirilutasamgongur í okkara politisku skipan og henda skipan við meirilutasamgongum hevur sum fortreyt, at tað ræður ein tolulig semja í samgonguni um rikna politikkin.
Men sum sagt, tað eru ikki bert tinglimir men heilir flokkar, ið senda út fráboðanir, ið tykjast skula vísa almenninginum, at viðkomandi flokkar eru ósamdir í hesum og hasum og krevja hetta og hatta av samgonguni. Feskasta dømi um henda nýggja og løgna politiska atburð er seinasta fráboðanin frá Fólkaflokkinum. Undir yvirskriftini Sópa fyri egnum durum ger Fólkaflokkurin vart við, at hann ikki góðtekur hækkaðar almennar útreiðslur, og flokkurin sýtir fyri at leggja fleiri byrðar á familjurnar. Flokkurin heitir á allar flokkar um at fáa skil í almenna húsarhaldið, so tað ikki gerst eitt ørmundarhús, sum tikið verður til í fráboðanini. Víst verður í sama viðfeingi til føroyska skattatrýstið, og flokkurin boðar í harðligum vendingum frá, at hann ikki góðtekur, at fleiri rokningar verða sendar borgarunum. Afturat hesum kemur so tann vanliga fólkafloksramsan um, hvussu illa tað stendur til í vinnulívinum. Vit eiga at fjálga um vinnulívið heldur enn at skatta vinnuna, tí at skatta vinnu er sum at drepa hønu, sum gullegg leggur í reiður og so framvegis.
Fólkaflokkurin endar sína fráboðan við áheitan um breiða politiska semju til tess at fáa skil á búskapin, at gera langtíðarætlanir fyri inntøkur, útreiðslur og løgur alt fyri at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. Hvat vil Fólkaflokkurin við hesum? Er hetta eitt tekin um, at flokkurin vil úr samgonguni ella er hetta bert eitt ávaringarskot til Eidesgaard um, at ongar skatta- og avgjaldshækkingar verða loyvdar? Helst er talan um seinna alternativið, og tað kann so bert merkja, at Fólkaflokkurin fer at krevja stórar skerjingar á fíggjarlógini 2011, sum longu nú verður fyrireikað. Hetta merkir afturstig innan útbúgvingar-, heilsu- og almannaøkini ella við ørðum orðum minni vælferð.
Nú hevur Fólkaflokkurin so meldað út, hvussu hann vil greiða hallið á komandi fíggjarlógum – tað verður ikki við mýkindum. Tað áhugaverda við er, at hon avdúkar, at Fólkaflokkurin er tann sami, sum hann altíð hevur verið. Men hinvegin tykist hetta kortini sum at koyra í frígeari, tí flokkurin veit, at loysn hansara er politisk ógjørlig. Opna bræv Fólkafloksins kann ikki standa ósvarað. Hvat fer Javnaðarflokkurin at svara? Hvat ger løgmaður og hvat hendir, um Javnaðarflokkurin ikki boyggir seg? Fólkaflokkurin hevur sett hinar samgonguflokkarnar í eina trupla støðu, sum reisir tann stóra spurningin, nevniliga hvussu løgmaður og fíggjarmálaráðharran ætla at loysa spurningin um hallið.
Sosialurin