Dansararnir, sum eru 20 í tali, komu til landið seint mikukvøldið. Upprunliga skuldi flogfarið seta seg klokkan hálvgum ellivu um morgunin, men tað var nógv seinkað orsakað av toku. Men ferðalagið kom so til Klaksvíkar í øllum góðum um midnáttarleitið mikukvøldið.
Tey skulu verða í Klaksvík til mánadagin, tá leiðin gongur til høvuðsstaðin. Meðan tey eru í Klaksvík, fara tey at vitja ymsastaðni í Norðoyggjum. Millum annað verður ein túrur yvir á Kalsoynna, og tey fara eisini til Viðareiðis.
Leygarmorgunin klokkan hálvgum ellivu fara tey at hava eina dansiframsýning við býráðshúsið í Klaksvík. Tey dansa siðsøguligar dansir, og búnarnir hjá teimum eru sera hugtakandi.
? Búnarnir eru gjørdir eftir tí gamla mynstrinum, og alt er hondgjørt, greiðir ferðaleiðarin, Tóra Samberg Dahl frá.
Tóra hevur tey seinastu 10 til 12 árini verið ferðaleiðari hjá ymsum bólkum, og tíðindini um tílíkt frættast. Tóra og ein limur í hesum dansibólkinum kennast, so hesin heitti á hana um at tilrættisleggja teirra túr her í Føroyum.
Sum sagt so verða tey í Klaksvík inntil mánadagin, tá fara tey til Havnar, har tey verða inntil 4. juli, tá leiðin gongur aftur til Danmarkar. Tey fara eisini at hava eina dansiframsýning í Grasagarði í Havn. Júst hvønn dag, tað verður, er ikki heilt greitt, men tað verður so ein av døgunum í komandi viku.
Kontra Otte telur 20 fólk, sum eru í aldrinum 40 til 70. Tey hava dansað saman í eini 25 ár. Tey eru komin higar sum vanlig ferðafólk, men so nýta tey samstundis høvi til at sýna fram teirra áhugaverdu fólkadansir.










