Á ólavsøku verða uppskot til nýggjan kommunubygna løgd fram. Tað staðfesti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í løgmansrøðu sínari. Sambært uppskotinum skulu verandi kommunur, sjálvbodnar leggja saman í nakrar útvaldar eindir áðrenn 1. juni næsta ár, men eydnast tað ikki, verða tær lagdar saman við lóg.
Ein av teimum eindunum er Tórshavnar kommuna, sum skal leggjast saman við Vestmanna og Kvívíkar kommunum. Men hetta hóvar ikki Jógvan Arge, býráðslimi í Havn. Í viðmerking í dag skrivar Jógvan Arge, at Tórshavnar kommuna skal sambært Helenu Dam á Neystabø bara makka rætt og finna seg í at skula taka sær av Kvívík og Vestmanna, um tær vilja sleppa upp í Havnar kommunu.
Jógvan Arge fýlist á, at borgarar í Havn ikki fáa møguleikan at avgera samanleggingina við fólkaatkvøðu. Jógvan Arge nevnir, at tað eigur at verða gjølliga gjøgnumgingið, hvat Tórshavnar kommuna er ætlað at taka upp á seg.
- Tað seinasta, vit hava frætt norðan av oynni, er, at báðar kommunurnar hava munandi afturgongd í skattainntøkunum. Tórshavnar Býráð eigur tí at gera sær fullgreitt, hvat vit møguliga skula undir. Stendur upp og niður hjá hesum kommunum? Hvussu er fólkasamansetingin, eru tær kommunalu veitingarnar dagførdar, er nakað virksemi í bygdunum ella skula borgararnir í núverandi Tórshavnar kommunu bløða fyri eina slíka víðkan, spyr Jógvan Arge í viðmerking í dag.