Flemming Mikkelsen
Sum kunnugt varð lovað føroyingum ein fólkaatkvøða í sambandi við fullveldisætlanina. Men sum ikki einaferð leyp samgongan við løgmanni á odda frá givnum lyftum.
Yvirtøkulógin er vorðin veruleiki. Ferðast verður í pendulfarti millum landsstýrið og ríkisstýrið. Ein røð av yvirtøkum skal fremjast so ella so áðrenn 1. januar 2002. Tað vil siga við øðrum orðum, at um tríggjar mánaðar (um landsstýrið fær sín vilja), sita vit við yvirtøkum, sum vit als ikki kenna avleiðingarnar av.
Palleba skal gjalda
Samanlíknað við Postverk Føroya, hvørs yvirtøka hevur meira enn 25 ár á baki, so er vandi á ferð. Fullveldissamgongan er í døpurhuga, løgtingsval er fyri framman, nú má nakað henda á fullveldisleið ? kostað hvat tað kostað vil.
Rokningina gjalda teir ikki sjálvir. Hon verður send til Palleba.
Tvinnir kostir
Fólkaatkvøðu fingu vit ikki, men løgtingsvalið fáa vit í seinasta lagi í apríl komandi.
Til løgtingsvalið hevur almenningurin høvið til at taka støðu fyri ella ímóti teirri fullveldisætlan, landsstýrið hevur spælt út við.
Kostirnir eru tvinnir: Ynskja tygum at Føroyar skulu staðfestast sum sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum, so skulu tygum atkvøða fyri Sambandsflokkinum til komandi løgtingsval.
Ynskja tygum, at Føroyar gerast fullveldi og sigla sín egna sjógv (ella reka fyri vág og vind), so skulu tygum atkvøða fyri einum av samgonguflokkunum, ella Miðflokkinum, sum stuðlar fullveldisætlanini við húð og hár.