Fólkaatkvøða um føroyska grundlóg verður flaggdagin í 2018

Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður flaggdagin 25. apríl í 2018.

 

Tað hevur løgmaður kunnað floksformenninar um á fundi í morgun, boðar hann frá beint nú.

 

– Landsstýrið miðar eftir, at ein stórur meiriluti í løgtinginum, og fólkinum, fer at taka undir við nýggju stjórnarskipanini, sigur løgmaður.

 

Hann sigur, at seinastu mánaðirnar hevur hansara uppgáva verið at samansjóða øll sjónarmið, fyri at fáa so stóra undirtøku sum tilber  um ein so grundleggjandi spurning sum eina stjórnarskipan.

 

– Tað er einki dulsmál, at flokkarnir eru ójavnir á máli um ymiskar lutir í stjórnarskipanini og tað hevur ávirkað tilgongdina.

 

Eftir ætlan skuldi fólkaatkvøðan verða í heyst, men nú verður hon mikudagin 25. apríl 2018. Løgmaður ætlar at leggja stjórnarskipanina fyri løgtingið á ólavsøku.

 

Við ætlaðu stjórnarskipanini verður okkara samleiki niðurfeldur, og hetta samleikaskjalið tryggjar okkum grundleggjandi rættindi og skyldur.

 

– Samleikaskjalið skal eisini vera ein trygd hjá fólkinum ímóti valdinum. Hetta sæst aftur í krøvunum um, at fólkið altíð skal spyrjast á fólkaatkvøðu, um vit skulu loysa ella nærkast Danmark í ríkisfelagsskapinum. Tað sama ger seg galdandi, um vit skulu limast inn í ES.

 

– Við stjórnarskipanini flyta vit valdið frá løgtinginum til fólki, so løgtingið ikki kann taka slíkar stórar avgerðir uttan at spyrja fólkið fyrst. Hetta er ein stórur sigur fyri fólki, vísir løgmaður á.

 

Áðrenn stjórnarskipanin kann fara til fólkaatkvøðu, skal løgtingið viðgera hana. Stjórnarskipanin skal samtykkjast á løgtingið seks mánaðir, áðrenn fólkaatkvøðan verður, sigur Aksel V. Johannesen.