- Uttanríkismál
- Verjumál
- Ríkisborgararættur
- Hægstarættur
Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn.
Endamál grunsins er at tryggja neyva búskaparliga stýring, meðan Froyar fara frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap.
Búskapargrunnurin skal seta politikarum greiðar karmar fyri búskaparstýring og skla forða fyri ovurnýtslu.
Hetta verður gjørt á tann hátt, at serliga inntøkur til landskassan verð bundnar í grunninum og nýttar eftir greiðum reglum, sum tryggja føroyska búskapin langt fram í tíð.
Ognirnar hjá búskapargrunninum verða:
- Inntøkur frá oljuvinnu
- Inntøkur frá møguligari sølu av fyritøkum hjá landinum
- Yvirskotsgjaldsføri í Landsbanka Føroya
- Heildarveitingar úr Danmark
- Aðrar serinntøkur
Grunnurin hevur tvær útgjaldsskipanir:
1. Búskaparlig skiftisskipan
2. Føst gjøld verða latin úr búskapargrunninum til rakstur landskassans.Gjaldið verður 700 milliónir krónur í 2002 og lækkar við fastari árligari upphædd til tað fellur burtur í 2016
3. Rentur av yvirskotskapitali
4. Inntøkur hjá grunninum , størri enn tær, ið neyðugar eru til tess at fíggja gjøld til landskassan, verða beindar í tryggar fíggjaríløgur. VInningur av hesum íløgum kann gjaldast út eftir nærri reglum.
Hetta er tað skriftliga tilfarið, sum landsstýrið higartil hevur lagt fram. Meira verður at frætta um hetta seinni.