Fólkaatkvøða til hoyringar í næstu viku

Skotar fáa møguliga eina fólkaatkvøðu afturat

Skotar vórðu á fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi í 2014. Tá seg ein meirluti nei til loysing.

 

Í kjalarvørrinum av Brexit fólkatkvøðuna, kyknaði kjakið um skotska loysingarspuringin aftur. Sum kunnugt, so atkvøddi Bretland at fara úr samveldinum, men yvir 60% av skotum atkvøddu at verða verandi. Tí byrjaðu greinarar aftur at tosa um ein fólkaatkvøður i Skotlandi.

 

Nú sigur Nicola Sturgeon, leiðari í skotska loysingarflokking, SNP, at eitt hoyringsskriv um ein nýggja fólkaatkvøðu verður send út til hoyringar í næstu viku.

 

SNP hevur ársfund í Glasgow um dagarnar og har segði Nicola Sturgeon, at fólkaatkvøðan skal helst avgreiðast áðrenn Bretland fer úr ES. Hon segði, at áhugamálini hjá Skotlandi vórðu ikki vard um Skotland fór úr ES og tí skuldu skotar hava ein møguleika at fara ein annan veg enn restin av Bretlandi, um so var at ein meirluti á fólkaatkvøðuni gav stjórnini heimild at loysa.