Í dag er fólkaatkvøða í Íslandi um at gera nakrar broytingar í landsins grundlóg. Knappliga 237.000 fólk hava atkvøðurætt. Valhølini lata upp klokkan níggju lokala tíð, og tey lata aftur klokkan tíggju í kvøld.
Fólk skulu taka støðu til fimm grundlógarbroytingar, sum ein serlig nevnd hevur skotið upp. Eitt nú verður skotið upp, at íslendska tjóðin skal eiga alt tað tilfeingið, sum ikki er privat ogn, og eitt annað uppskot er at skilja kirkjuna frá statinum. Onnur uppskot hava samband við altjóða sáttmálar, sum Ísland hevur bundið seg til at halda
Talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, og hetta er fjórðu ferð, at vegleiðandi fólkaatkvøða er í Íslandi. Tann fyrsta var í 1908 um at seta forboð fyri at innflyta rúsdrekka.
Íslendskir fjølmiðlar siga, at tann fyrsta forsøgnin kemur væntandi eina tíma aftaná, at valhølini eru latin aftur.









