Í Fraklandi eins og í øðrum ES-londum hevur stjórnin gjørt av at spyrja fólkið, um tey taka undir við teirri ætlaðu grundlógini hjá samveldinum. Upprunaliga var ætlanin at hava fólkaatkvøðuna tann 5. ella tann 12. juni, men nú ljóðar, at stjórnin ætlar at framskunda hana.
Orsøkin er, at mótstøðan ímóti grundlógaruppskotinum er vaksin í seinastuni, og tí er meirilutin fyri uppskotinum minkaður nógv. Í síðstu viku segði Jean-Pierre Raffarin, forsætisráðharri, at eftir hansara tykki eigur Frakland at avgreiða spurningin um grundlógina sum skjótast, tí stjórnin má ikki undirmeta ta veksandi mótstøðuna.
Enn hevur Jacques Chirac, forseti, ikki ásett dagin, men sambært blaðnum Libération umhugsar hann at halda fólkaatkvøðuna tann 22. mei fyri at avmarka møguleikarnar hjá mótstøðufólkunum at ávirka veljararnar. Chirac er heitur talsmaður fyri ES-grundlógini, og eitt franskt ja hevði økt møguleikar hansara fyri at verða valdur til forseta eitt valskeið afturat.
Summir mótstøðuflokkar royna at tvinna grundlógina saman við spurninginum um turkiskan limaskap í ES, og tað kann hava við sær, at fransmenn fara at fella grundlógina, tí nógvir fransmenn eru ímóti, at Turkaland sleppur upp í samveldið.