Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, segði við Sjónvarpið týsdagin, at eitt lógaruppskot um fólkaatkvøðuna helst skal koma fyri løgtingið í næstu viku, um ætlanin er at halda hana í apríl.
Løgtingsformaðurin heldur nevniliga, eins og formenninir fyri andstøðuflokkarnir hava ført fram, at Føroya fólk má fáa minst tríggjar mánaðir til at fyrireika seg til eina so týðandi fólkaatkvøðu.
Løgmaður ætlar framvegis at halda fólkaatkvøðuna í apríl, men hann torir ikki at lova, at nakað uppskot kemur fyri løgtingið í næstu viku. Heldur ikki torir hann at geva nakað boð uppá, nær eitt slíkt uppskot kemur fyri tingið. Orsøkin er, at landsstýrið rætt og slætt ikki er liðugt at fyrireika sjálvstýrisleistin.
Ósemja møgulig orsøk
Sjónvarpið gitti í tíðindasendingini týskvøldið, at orsøkin til, at einki nágreiniligt enn fyriliggur í sjálvstýrismálinum er ósemja í samgonguni.
Hesi tíðindi kann løgmaður hvørki avsanna ella váttað.
? Vit viðgera framvegis hetta málið í Tinganesi, og fyrr enn vit eru lidnir við viðgerðina, kann eg ikki staðfesta um vit eru samdir ella ósamdir. Viðgerðin, sum nú er í gongd vil avdúka, um vit eru samd ella ósamd, ella um vit finna fram til eina semju ella vit ikki gera tað. Hetta er ómøguligt hjá mær at svara uppá í dag, sigur løgmaður.
Torskilt mál
Løgmaður sigur seg skilja, at føroyingar kenna seg ørkymlaðar, tá landsstýrið meldar út, at fólkaatkvøða skal vera í apríl Men at landsstýrið samstundis ikki hevur nakað meira ítøkiligt at leggja fyri fólkið, enn tíðindaskrivið frá ørðum november 2000. Hetta var tíðindaskrivið, sum avdúkaði nýggja sjálvstýrisætlanina í stuttum.
? Fólk eru altíð ørkymlað, tá tey ikki fáa at vita nágreiniliga, hvat hendir. Men tað er nú einaferð soleiðis, at hetta er eitt ógvuliga stórt og torskilt mál, bæði politiskt og løgfrøðisliga, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg ásannar, at nógv er, sum enn ikki er fingið upp á pláss í hesum máli. Tí heldur hann, at vit mugu lata sjálvstýrisspurningin taka ta tíð, hann tekur.
? Tað hevði verið meira ørkymlandi fyri Føroya fólk, um vit meldaðu eitt út í dag og annað í morgin. Tað er tað, sum vit royna at sleppa undan við at siga, at vit nágreiniliga skulu siga fólkinum, hvat ætlanin heilt snýr seg um, tá vit eru lidnir við hana, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Óverulig ætlan
Føroya fólk er kortini ørkymlað, og tolið er við at ganga undan hjá andstøðuflokkunum. Teir vita ikki, hvat ætlanin í veruleikanum snýr seg um, og heldur ikki hava teir fingið at vita, hvussu nógvan pening, teir fáa játtaðan til at kunna fólkið undan fólkaatkvøðuni, og um nøkur tíð verður til tess. Landsstýrið ætlar nevniliga framvegis at halda fólkaatkvøðu í apríl, og 25. apríl hevur verið nevndur, sum tann stóri dagurin.
Hóast andstøðan kallar ætanina óveruliga, heldur løgmaður, at vit enn skulu hava gott mót.
? Lat okkum nú síggja, um tað verður órealistiskt at halda fólkaatkvøðuna í apríl. Hetta er enn málsetningurin hjá landsstýrinum. Tað kunnu vera so nógv ting, sum spæla inn á vegnum, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.