Myndugleikarnir í Falklandsoyggjunum hava gjørt av at hava fólkaatkvøðu næsta ár. Málið er at fáa staðfest eina ferð enn, at fólkið har er ímóti, at Argentina skal yvirtaka oyggjarnar frá Bretlandi.
Hósdagin eru 30 ár, síðani kríggið millum Bretland og Argentina um Falklandsoyggjarnar endaði við greiðum bretskum sigri.
Argentinskir talsmenn hava sagt. at tey, sum búgva í Falklandsoyggjunum, leggja seg ikki útí, hvørt oyggjarnar eru bretskar ella argentinskar. Men Gavin Short, sum er tingformaður í oyggjunum, sigur við BBC, at hetta er púra burturvið, og at tað fer fólkaatkvøðan eisini at vísa.
Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sigur, at fólkið í Falklandsoyggjunum hevur fullan rætt til at gera vart við, hvat tað vil, og at Bretland fer at viðurkenna úrslitið av fólkaatkvøðuni næsta ár.