Meirilutin av bretsku veljarunum valdi, at Bretland skal fara úr ES. Tað vísir fólkaatkvøðan í gjár.
Við 52 prosentum ímóti 48 gjørdu bretsku veljararnir av, at Bretland skal melda seg úr Evropiska Samveldinum.
Tað merkir, at Stórabretland er á veg úr felagsskapinum, sum landið hevur verið partur av síðani 1973.
Við úrslitum frá øllum 382 valdømunum hevur “leave” síðan finigð umleið 51,8 prosent at atkvøðunum, meðan “remain” síðani hevur fnigð 48,3.
Tað svarar til ein meiriluta upp á umleið 1,1 millión atkvøður.