Í røðu sínari á ólavsøku boðaði løgmaður frá, at uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi, eigur at verða lagt út til fólkaatkvøðu.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, sum hevur tikið stig til at leggja uppskotið fyri tingið í heyst, vísir als ikki aftur, at lata málið út til fólkið at gera av.
- Eg ætli mær undir øllum umstøðum at leggja uppskotið um eitt valdømi fyri tingið sum ætlað, men ímyndi mær, at tað hevði verið lagamanni at samantvinna framløguna og viðgerðina við eitt uppskot um fólkaatkvøðu, sigur Edmund Joensen. Hann metir, at so vórðu málini lýst væl og virðiliga í tinginum, og at tað tá hevði verið tingið, sum slapp at senda málið til fólkaatkvøðu.
Samskipa uppskotini
Í Sosialinum í gjár róði løgmaður framundir, at tað kanska hevði verið skilabest at bíða við málinum til eftir valgið. Tí hóast hann tók undir við einum valdømi, metti hann vanda vera fyri, at valstríðið hjá flokkunum og samgonguni verður ov nógv merkt av orðaskiftinum um eitt valdømi.
Løgtingsformaðurin sigur seg onga viðmerking hava til hesar tankar løgmans, tí sum hann sigur: Lat tað vera upp til tingið at gera av, nær ein møgulig fólkaatkvøða eigur at vera.
- Og eg ímyndi mær, at tað saktans ber til at samskipa uppskotið hjá mær um eitt valdømi, við eitt uppskot um fólkaatkvøðu, sum landsstýrið eigur at lata tinginum til viðgerðar, sigur Edmund Joensen.
--
Myndatekstur:
Edmund Joensen ætlar sær enn at leggja uppskotið um eitt valdømi fram í heyst.
– Tað hevði verið upplagt at samskipa tað við eitt uppskot um fólkaatkvøðu, so tingið sleppur at siga sína hugsan um tað eisini.