Á tíðindafundi í Eysturstovuni í Skansapakkhúsinum í Tinganesi í kvøld legði landsstýrið fram, hvussu tilgongdin fram til fullveldið skal verða.
Tann 26. mai verður Føroya fólk spurt á fólkaatkvøðu, um tað tekur undir ivð eini løgtingslóg við hesum ásetingum:
1. Øll málsøki verða eftir eini skipaðari ætlan løgd undir føroyskt málsráði í seinasta lagi 2012
2. Ein búskapargrunnur verður settur á stovn, ið skal tryggja Føroyum eina trygga skiftisskipan frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap
3. Heildarveitingin úr Danmark verður minkað eftir eini skipaðari ætlan til hon er burtur.
4. Fólkaatkvøða verður um at skipa Føroyar sum fullveldisríki í seinasta lagi 2012.
Endamálið hjá landsstýrinum er, at skipa eina miðvísa tilgongd, ið hevur við sær, at Føroya fólk verður sjálvstýrandi, og sigur landsstýrið, at demokratiska mannagongdin verður hendan:
1. Uppskot itl løgtingslóg um sjálvstýri Føroya fólks verður lagt fyri løgtingið.
2. Um løgtingið samtykkir uppskotið, fer tað til fólkaatkvøðu.
Um løgtingið ikki samtykkir uppskotið, fellur tað burtur.
3. Um meirilutin á fólkaatkvøðuni atkvøður fyri uppskotinu m, staðfestir og kunnger løgmaður uppskotið, soleiðis, at tað verður galdandi rættur.
Um meirilutin á fólkaatkvøðuni atkvøður ímóti uppsktoinum, fellur tað burtur.
Fólkaatkvøðan verður 26. mai, og sigur landsstýrið, at fýra mánaðir eru settur av til tess at tryggja løgtingi og veljarum góðar stundir at viðgera málið og langfarasjómonnum og útisetum møguleika at atkvøða.










