Tá risatrolarin Høgaberg, sum Framherji hevur keypt, kom á Fuglafjørð leygardagin, varð skipað fyri móttøku fyri skipi, reiðaríi og manning.
Eftir formellu móttøkuna, bjóðaði reiðaríið fólki at síggja skipið, og nógv nýttu høvi at vitja umborð.
Høgberg er systirskip til Athenu, sum liggur við havnalagið hjá Runavíkar havn, og hon er soleiðis eisini systirskip til Poseidon og Hercules, sum Thor í Hósvík hevur átt.
Høgaberg og systirskipini eru 105 metrar long og 20 metrar breið. Deyðvektin er 5.455,00 tons. Tey eru smíðað á Factorias Vulcano S.A. í Vigo í Spania.
Myndina, sum vit prenta saman við hesum greinastubba, eigur heimasíðan www.skipini.fo










