Hóast konsertin ikki verður fyrr enn 16. februar, so er nærum útselt til konsertina Ein fittur partur av føroyingum hava stóran áhuga í bólkum, sum hava samband við Gaither-samtakið í USA.
Forsølan av atgongumerkjum til konsertina við Ernie Haase & Signature Sound, sum mong kenna frá Gaither-sjónbondunum, er nú steðga á heimasíðuni gjamma.com.
Sølan av atgongumerkjunum hevur sambært fyriskiparunum í GJAMMA-Live gingið framúr væl, og nú longu ein mánaða innan konsertin verður, eru so gott sum øll atgongumerki seld. Tað eru bert nøkur heilt fá atgongumerki eftir á skrivstovuni hjá Faroe Travel í Tórshavn.
Fyrireikararnir hava tó gjørt av at kanna hvussu stóru áhugin fyri konsertini veruliga er. Og tí verður heitt á fólk um at boða frá, um tey kundu hugsað sær at komið til konsertina við at senda ein teldupost á post@gjamma.com ella við at ringja á 742181.
Um nóg stórur áhugi er fyri konsertini, so fara fyrireikarnir at royna at gera eina loysn, so pláss verður fyri enn fleiri fólkum til konsertina.
Konsertin við Ernie Haase & Signature Sound verður í Nebo á Toftum týskvøldið 16.februar klokkan 20.