- Mann skal ikki verða sartur, tá mann fer inn har.
Soleiðis ljóðaði ein viðmerking eftir showið hjá Pipari og Salt um vikuskiftið.
Nei, fólk skulu helst tola eitt sindur av sterkari kryddi enn pipar og salt, fara tey til nýggja showið hjá Jákupi Veyhe og Sjúrði Skaale.
Og líkt er til, at tey eru nógv, sum vilja hava forherðaðu ferðina ígjøgnum Føroya søgu.
Upprunaliga stóðu tvær framsýningar á skránni í Norðurlandahúsinum, men Pipar & Salt hava nú fylt stóra salin seks ferðir, og nýggj eykasýning er sett á skránna týskvøldið.
eydun@sos.fo