Fólk vilja húsast í tvíhúsum

- Tað stendur ikki á at sleppa av við tvíhúsini, sigur Jan Joensen.

Hann er í løtuni í ferð við at gera enn eini tvíhús liðug í Hvalvík.

 Nógv bygging fer í hesum døgum fram kring alt landið. Eisini her í Hvalvík sæst farvegurin eftir hesi menningini.

Millum tvinnandi tvíhús var Jan sjálvur farin undir arbeiðið at rudda byggiøkið eitt sindur.

- Vit hava nóg mikið at gera, sigur timburmeistarin, Jan Joensen.

Hann rekur sjálvur byggifyritøkuna JJ Bygging og hava teir arbeiði kring alt landið.

- Í dag arbeiða vit her í Hvalvík, Oyri og aðrastaðni í Eysturoynni. Men vit hava annars gjørt ymisk arbeiðir í Suðuroy og í Norðoyggjum, sigur Jan við Sosialin.

Beint nú eru teir 10 mans til arbeiðir. Men tá mest hevur verið at gjørt, hava teir verið upp í 13 mans, íroknað komu hansara sum millum annað tekur sær av bókhaldinum.


Halda tað, teir lova

Meðan teir vanliga arbeiða kring alt landið, hevur ein partur av virkseminum verið konsentreraður her í stevnubygdini ta seinastu tíðina.

Her vóru - ella eru - tvinnandi tvíhús í gerð. Eftirspurningurin er so stórur, at tey longu eru seld.

Tey fyrstu tvíhúsini eru longu latin úr hondum. Fólk eru longu flutt inn í sunnaru helvtina av hesum, og tað er um tað lagið, at tey næstu fólkini kunnu flyta inn í norðaru helvtina.

Beint niðanfyri hesi standa eini onnur tvíhús somuleiðis í gerð. Ætlanin er at fáa einu helvtina av hesum lidna til ólavsøku og hina í september.

- Umframt hetta fara vit undir eini tvíhús aftrat á Oyri. Vit byrja at stoypa ein av fyrstu døgunum, sigur Jan.

Hóast fyritøkan hjá Jan er nýggj, hava teir frá fyrsta degi havt eitt mál: Tíðarfreistirnar skulu yvirhaldast.

- Tí royna vit ikki at lova okkum til ov nógv arbeiðir samstundis, sigur hann.


Í elementum

Hósdagin í farnu viku hittu vit Jan á byggiplássinum. Tá var hann í ferð við at rudda og hampa rundan um húsini.

- Vit hava ruddað soleiðis, at vit kunnu slætta innkoyringina. Tað skal jú helst vera lætt at koma til við bilum, sigur Jan.

Tey niðaru húsini vórðu sett upp í næstseinastu viku, og nú verður so farið at gera tey klár, soleiðis at fyrstu fólkini kunnu flyta inn um hálvan annan mánað.

Húsini verða smíðað í elementum, og tí er einfaldari at seta tey upp á staðnum. Bíðað varð nú eftir tilfari til sjálva innilokanina.

Meðan Jan ruddaði her, var ein annar maður og gróv omanfyri húsini, onkur var í ferð við at smíða element í Havn, meðan aðrir vóru í ferð við at stoypa.

- So tú sært, - her er gongd í.


Modernisera eitt sindur

Tørvurin á bústøðum er stórur kring landið, men JJ Bygging hevur lagt seg eftir at hava sámiligar prísir fyri tvíhúsini.

Hesi húsini, sum eisini hava kjallara, koma at kosta 1,2 til 1,25 mió krónur. Tá er alt íroknað, við undantaki av tapetseringini.

Sniðini á tvíhúsunum kunnu skifta eitt sindur, alt eftir hvat viðskiftafólkini ynskja. Men sniðið, sum teir nú hava latið úr hondum her í Hvalvík, telist millum tey best umtóktu.

Men nú ætla Jan og hansara fólk kortini at broyta sniðini nakað.

- Vit fara nú at modernisera tað eitt sindur. Tey næstu tvíhúsini verða tí gjørd við sløttum taki, sigur Jan.

Eftir teimum bíðar arbeiði á Oyrarbakka og aðrastaðni í Eysturoynni, so einki bendir á at teir verða arbeiðsleysir við tað fyrsta.

- Vit behøvast í øllum førum ikki at ringja eftir kundunum, sigur Jan við einum brosi.